Tosa í blindum

 Í sambandi við áleikandi kreppuna, hava landsins fremstu politikarar sett sær fyri at hallið á fíggjarlógini skal vera burtur um 3-5 ár.

Men teir hava eisini tosað um, at vit hava eitt bygnaðarligt hall, sum skal burtur upp á 3-5 ár.

Hetta hevur Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur, eisini hoyrt.

Men hann skilir tað ikki, tí hann veit ikki, hvat politikararnir meina við. Og hann staðfestir, at politikararnir vita ikki sjálvir, hvat teir tosa um.

- Tað er ongin, sum veit um vit yvirhøvur hava eit bygnaðarligt hall á fíggjarlógini, tí tað er ongin, sum nakrantíð hevur roknað tað út, sigur hann.

- Kortini tosa føroyskir um at vit hava eitt bygnaðarligt hall, sum má burtur.

- Sjálvt um eitt bygnaðarligt hall kanska ljóðar fínari enn enn vanligt, hall, so er tað ongin, sum veit, hvat tað er.

Hann heldur, at hetta er eitt mótaorð, sum politikarar eru farnir at brúka fyri at ræða fólk og fyri at rættvísgera tann afturhaldspolitikk, teir hava fráboðað.

Sjálvur er hann ikki vísur í, at vit hava eitt bygnarligt hall. Hann minnir, at tað almenna fevnir ikki bara um fíggjarlógina og landskassan, men eisini um ALS og eftirønargrunnin og aðrar grunnar, sum flóta í pengum.

Hann sigur, at útgreiningin av einum bygnaðarligum halli er eitt sindur flótandi.

Men hann lysir hugtakið við einum dømi: 2006 var eitt sera gott ár. Vissi tað almenna onki avlop hevði átt slíkt ár, kundu vit tosa um eitt bygnaðarligt hall, tí tíðirnar vóru so mikið góðar, at tað almenna átti at havt avlop.

Sostatt er tað bygnaðarliga úrslitið tað, sum vit áttu at havt av halli ella avlopið, alt eftir, hvussu tíðirnar eru.

Hann sigur, at í løtuni verður arbeitt við at rokna tað bygnaðarliga hallið út, men enn er tað so ongin, sum veit, hvat tað er.

Hann leggur afturat, at døpru útsøgnirnar frá politikarunum eru ein orsøk til, at forbrúkið er minkað so nógv, tí ongin torir at keypa nakað, seta búgv o.s.fr. og tað hevur elvt til arbeiðsloysi.

Les eisini greinina: Politikararnir reka fólk av landinum og greinina: Kann ganga heilt galð



-