Torvroykur úr skorsteinum

Hundrað ára gamlar myndir hjá donskum fotografi í Føroyum hugtaka

Í 1977 keypti fotografurin Per á Hædd ein kassa við 140 glasplátum frá einum donskum starvsbróðuri. Myndirnar í kassanum hevði Anders Peter Hansen tikið, tá ið hann var í Føroyum í 1911. Hann tók myndir serliga í Norðoyggjum og Eysturoynni, men eisini nakað í Streymoynni.
Nú fer Per á Hædd at lata Norðoya Fornminnissavni myndirnar í varðveitslu, og í tí sambandi letur framsýning upp í Spaniastovu í Klaksvík leygardagin.
– Myndirnar eru á høgum stigi, og nógv er lokaliserað á myndunum. Har eru hvalastøðir, bátsmanningar, bygdir, neytakonur, fiskaarbeiði, og sum heild er talan um stemningsfullar fotomyndir, har tú sært torvroykin úr skorsteinunum, sigur Per á Hædd.
Myndirnar eru millum ár og dag brúktar til frímerki, bókaútgávur og annað, og tær eru allar skannaðar inn í bestu dygd, so tað í dag ber til at skriva út einastandandi dygdargóðar og stórar myndir.
– Nú havi eg átt hesar myndirnar í yvir 35 ár, so eg havi nú hug at enda henda kapitulin við at donera Norðoya Fornminnasavni allar glaspláturnar, samstundis sum eitt gott úrval av myndunum verður víst fram, sigur Per á Hædd.
– Eg havi valt einar 35 av teimum 140 myndum út, sum eg havi fingið gjørt í stórari stødd, men eisini eru smærri eintøk av myndunum at síggja, umframt at fólk kunnu síggja sjálvar glaspláturnar og eitt myndatól av sama slag, sum Anders Peter Hansen brúkt og ferðaðist um oyggjarnar við.
Harumframt hevur Steffen Stummann Hansen funnið fram eina rúgvu av upplýsingum um Anders Peter Hansen, og hann hevur skrivað bók, ið kemur út og verður løgd fram, samstundis sum framsýningin letur upp.
Framsýningin í Spaniastovu í Klaksvík letur upp á middegi leygardagin, og klokkan 15 verður móttøka, har Per á Hædd letur fornminnissavninum myndirnar, og bókin hjá Steffen Stummann Hansen verður løgd fram.
(mynd kemur)