- At blíva sminka er ein partur av mínum arbeiði, og eg blívi eitt sindur troytt av tí. Tí er tað deiligt onkuntíð vera púra nattúrlig, sigur sjónleikarinnan Eva Longoria, kend frá røðini "Desperatar Húsmøður".
Hon og fimm aðrar kendar kvinnur vóru við í eini grein í blaðnum "People", har tær vístu seg uttan nakra sminku.
Blaðið "Elle" hevur eisini havt líknandi greinir, og seinast í røðini er blaðið "Marie Clare", ið hevur sangkvinnuna Jessica Simpson á forsíðuni.
Jessica er ikki bara ósminkað, hon er eisini óviðgjørd í telduni. Hon segði soleiðis um myndina:
- Eg vil vísa kvinnum, at eg eri bara ein vanlig genta. Oftani tá myndir verða tiknar av mær, veit eg ikki, hvussu tær síggja út, tá tær koma í blaðið, tí so nógv verður broytt í telduni. Hesuferð er onki broytt.
Ein nýggj bretsk kanning vísur, at ein av trimum kvinnum fara ikki út uttan sminku. Tær flestu av kvinnunum føla seg ikki væl, um maðurin sær tær ósminkaðar, og ein av fýra vænta ikki, at tær høvdu fingið eitt betri starv, um tær ikki vóru sminkaðar til arbeiðis.










