Tórur Mortensen og Rebekka Fuglø luttaka í hesum døgum í innandura-DM í frælsum ítrótti, og fyrr í dag framdi Tórur Mortensen eitt satt bragd.
Hann gjørdist nevniliga danmarksmeistari í trístøkk. Tórur leyp 14,39m og endaði hálvan annan metur frammanfyri nærmasta danskara.
Frælsur Ítróttur Føroya skrivar, at gullmerkið kom í hús uttan at hann leyp upp til sítt besta, og at hann longu áðrenn seinasta lopið hevði vunnið við 70 sentimetrum.
Tórur Mortensen skrivaði samstundis søgu í dag, tí hann er nevniliga fyrsti einstaki føroyingur, sum gerst danmarksmeistari í frælsum ítrótti.