Tórsvøllur klárur

Nú er nýggja graslíkið á Tórsvølli klárt at taka í nýtslu. Á lítlari samkomu seinnapartin handaðu teir báðir Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Christian Andreassen, FSF-forseti, vøllin

Nú er nýggja graslíkið á Tórsvølli klárt at taka í nýtslu. Á lítlari samkomu seinnapartin handaðu teir báðir Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Christian Andreassen, FSF-forseti, vøllin. Teir greiddu frá, at graslíkið og stoytdoyvingarlagið á Tórsvølli varð seinast gjørt í 2012, og 9 ár seinni er nú alt gjørt av nýggjum. Tað hevur sostatt hildið sera væl – vallarmerkið er tað sama, Polytan. Veitari hevur verið Metatron, skrivar Tórshavnar kommuna.

 

Eisini eru gjørdar tillagingar av sprinklaraskipanini á Tórsvøll, soleiðis at hon kemur at virka betri. Arbeiðstakari hevur verið Grettir. Harumframt er gjørt ymiskt asfaltarbeiði við vøllin – tað hevur rakstrardeildin hjá kommununi staðið fyri. Vøllurin hevur júst fingið góðkenning sambært FIFA Quality Pro og sambært vallarreglugerðini hjá FSF.

 

Ráðgevi í sambandi við alla verkætlanina hevur verið LBF. Í verkætlanarbólkinum hava sitið umboð fyri Tórshavnar kommunu og umboð fyri Fótbóltssambandið. Heðin Mortensen segði, at nú er aftur klárt at fara undir eina røð av altjóða dystum í heyst. Og longu í annaðkvøld spælir HB móti ísraelska liðnum Maccabi Haifa – og umframt verða heilir 5 A-landsdystir hjá monnum í heyst.

 

- Ovari vøllur varð skiftur í juni og niðari er komin somikið áleiðis, at nýggja stoytdoyvingalagið er nærum liðugt at leggja á. Hetta er okkara tjóðarleikvøllur, sum eisini tænir okkara lokalu feløgum. Hetta hevur verið eitt umfatandi arbeiði, sum hevur kravt nógv tol av øllum pørtum – tað skulu tit eisini øll hava stóra takk fyri. Eg fari tí at ynskja okkum øllum allarbestu eydnu við vøllinum og vóni inniliga, at vøllurin fer at roynast væl – og at vøllurin fer at framhaldandi at geva góða menning, úrtøku og úrslit, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.