Torstein vann norðurlendska kapping

15 ára gamli Torstein Brattaberg úr Vestmanna vann í gjár norðurlendsku kappingina í inniróðri, Århus Indoor Open.

 

Torstein hevði vant dúgliga fram til hesa kappingina, seinastu mánaðirnar heili fimm ferðir um vikuna. Hann luttók á 2000 m og á einum styttri spurt-teini. Kappingina á 2000 m vann hann í stórum stíli við tíðini 6:37.6 - góð níggju sekund frammanfyri nummar tvey.

 

Torstein er meiri til langteinar og hepnaðist tað ikki eins væl á spurt-teininum. Her vann hann bronsu.

 

Hann og venjari hansara vera aftur í Føroyum í kvøld.