Torstein hevur ein verndareingil

Herfyri spældu átta ára gamli Torstein og nakrir av hansara vinmonnum í einari gamlari grund í Vestmanna, tá Torstein brádliga datt einari fimm ella seks metrar niður og lendi á sjógvi. Torstein kom ótrúliga væl frá óhappinum, og fleiri eru tey, ið siga, at mestur man ein verndareingil hava havt eyguni eftir honum

Torstein Paulason Brattaberg slapp við skrekkinum, tá hann tann 21. oktober kom út fyri einum óhappi, sum kundi volt honum stóra skaða. Meðan hann og nakrir vinmenn spældu í einari gamlari húsagrund, datt hann brádliga út av og lendi í sjónum einar seks metrar niðriundir. Vanliga er hella undir, men tíbetur var flóð hendan dagin, so sjógvurin tók tað mesta av stoytinum, tá hann lendi. Hann fekk nakað av skaða í andlitið, men annars kom hann væl frá fallinum.
? Júst hvat hendi, er ikki heilt greitt, men har lá ein planki, sum Torstein antin hevur sett seg ella traðkað á, og so fór hann sendandi útav, greiðir mamma Torstein, Barbara Brattaberg, frá.
Í fallinum smekkaði Torstein høvdið í sjálvan veggin í grundini, og tá er hann so svímaður. Sjálvur greiddi hann frá, at hann svímaði, tá hann datt, men vaknaði aftur, tá hann lá í sjónum.

Hjálp var í nánd
Dreingirnir, sum vóru við Torsteini, søgdu, at Torstein sjálvur svam stutta teinin inn á land, men hesum er Torstein ikki samdur í. Hann sigur, at tað kendist um ein alda tók í hann og flutti hann inn á land.
? Tað er sjálvandi torført at siga, júst hvat og hvussu. Hetta eru jú børn, sum vit tosa um, og tey uppfata uttan iva eina slíka støðu á hvør sín hátt, heldur Barbara fyri.
Men hvussu er og ikki, so kom Torstein í øllum góðum upp á turt aftur.
Tað vildi so væl til, at nakrir menn vóru til arbeiðis har í nánd, og vinmenninir hjá Torsteini róptu á teir og bóðu um hjálp.
Teir fingu fatur á dronginum, sum tá var illa skjølaður, vátur, kaldur og bløddi sera illa.
Við bili varð so farið úr Vestmanna. Teir ringdu til Paula, pápa Torstein, sum arbeiðir í Havn. Avrátt varð, at Pauli skuldi koyra ímóti teimum. Við rundkoyringina í Kollafirði hittust teir, og Pauli tók sonin í sín bil og koyrdi so beint á Landssjúkrahúsið.

Ómetaliga heppin
Menninir í hinum bilinum ringdu so til Barbaru og boðaðu henni frá, at sonurin og maðurin vóru á veg á skaðastovuna. Barbara arbeiðir á Tjaldursapotekinum, og hon var ikki komin út um Havnina, tá hon fekk boðini. So hon koyrdi beint á sjúkrahúsið og var har, áðrenn Torstein og maðurin komu.
? Eg bleiv ikki so bangin, tí teir dugdu avbera væl at siga mær, hvat var hent. Teir løgdu mær eina við, at tað sá nógv ógvusligari út, enn tað í veruleikanum var, greiðir Barbara frá.
Hon rósar bæði monnunum, sum komu Torsteini til hjálpar og øllum á sjúkrahúsinum upp um øll skýggj fyri teirra fyrimyndarliga góðu hjálp í sambandi við óhappið hjá einasta soninum hjá teimum.
Torstein varð liggjandi á Landsjúkrahúsinum eina nátt. Staðfest varð, at hann ikki hevði fingið stóran skaða. Knoglin undir vinstra eygað hevði fingið eitt knekk. Av tí sama var hann sera hovin í andlitinum. Hann fekk eisini nakrar pentir undir undirvørrini, men tað var alt.
? Tá man hugsar um alt, sum kundi havt hent, so kunnu vit ikki siga annað enn, at hann var ótrúliga heppin, sigur Barbara.
Tað letur ikki til, at Torstein fekk nakran ógvusligan skelk av óhappinum. Ta fyrstu náttina á sjúkrahúsinum droymdi hann eitt sindur, men annars hevur hann ikki havt órógv av fallinum. Barbara heldur tó, at onkur av vinmonnunum hjá Torstein ikki høvdu tað so lætt tær fyrstu næturnar aftaná.
? Tað hevur uttan iva verið ein ógvusligur skelkur fyri teir at vera vitni til eitt slíkt óhapp, sigur Barbara.
Torstein hevur ei heldur trupulleikar við at fara aftur á staðið, har óhappið hendi, so har hevur hann longu verið aftur fleiri ferðir.

Ótrúligur stuðul
Barbara sigur, at øll vita, at óhappið er hent. Bygdafólkið í Vestmanna vísti ein ótrúligan stuðul, sigur hon. Flokkurin hevur verið á vitjan, øll ringdu fyri at spyrja, hvussu tað stóð til, og sum sagt eru tað mong, sum hava havt á tungu, at ein Torstein hevur ein verndareingil.
Talan var um eitt hendiligt óhapp hendan dagin. Børn spæla so nógv og nógvastaðni, og her mundi tað endað galið.
Barbara heldur ikki, at tað veruliga er gingið upp fyri henni enn, hvussu heppin tey hava verið.
? Sjálvandi hugsar ein um alt tað, sum kundi hent. Hann kundi havt sligið seg í á ein annan hátt og harvið brotið seg nógv verri sundur, heilaskjálvti og hvat veit eg. Og um ongin flóð var, eg tori næstan ikki at hugsa tankan. Men tíbetur var hansara tíð ikki komin, og sigast má, at tá tað skuldi vilja illa til, kundi tað hóast alt ikki gingið betur. Tað eru vit ómetaliga takksom fyri, sigur Barbara Brattaberg.