Torskiltur kultbólkur

Hóast teir dugdu at undirhalda, so var eitt sindur torført at síggja tær stóru dygdirnar í tónleikinum hjá maður:glotti Fyri løtu síðani spældi útisetabólkurin maður:glotti á Spæliplássinum. Hóast talið av áskoðarum var minkað eitt sindur, síðani Lena spældi, so hevði heilt fitt av fólki leitað sær niðan til Spæliplássið.

 

Ova og Messel, ið mynda bólkin, spæla minimalistiskan, elektroniskan popp. Ova tók sær fyri tað mesta av sanginum, meðan Messel spældi undir við kassagittara og hjálpti til við sanginum.

 

Eg má viðganga, at eg var eitt sindur tvíbýttur aftaná framførsluna. Á einari síðu dugi eg væl at síggja, at teir hava kultstatus í Føroyum. Teir eru sera provokerandi og undirhaldandi.

 

Men samstundis eru tekstirnir eitt sindur tunnir og beint fram. Sungið verður um at stinga lykilin í eitt rustað lyklarhol, og eitt brot ljóðaði soleiðis: ?Tað var síðst eg var í dans, at tú vakti mín ans?! Eg havi ongantíð kent nakað serligt til maður:glotti, so kanska flýgur tað bara yvir mítt høvd. Akkurát sum ein inside joke, ið man ikki fangar. Eg skilti hana í øllum førum ikki.