Tórshavnar Ungdómsráð finst at kommununi

Tað hevur loypt øði í Tórshavnar Ungdómsráð, at kommunan hevur sett nýggjar beinkir upp í Steinatúni.

Tórshavnar kommuna hevur nýliga sett upp nýggjar beinkir í Steinatúni. Beinkirnir eru at líkna við beinkir, ið nógv kenna frá útlondum, millum annað í Metro-støðunum í Keypmannahavn. Talan er um tílíkar beinkir, har tað ikki ber til at seta seg niður, men í staðin einans lena seg uppat teimum.


Avgerðin hjá kommuni hevur veruliga loypt øði á fólk, og á sosialum miðlum eru tað fleiri, ið finnast at avgerðini hjá kommununi, tí beinkirnir eru ikki serliga væl egnaðir til eldri fólk og onnur, ið ikki er væl gongd.


Eisini í Tórshavnar Ungdómsráð hevur avgerðin vakt ans, og í almennum brævi stíla til borgarstjóran, Heðin Mortensen, finst ráðið at manglandi viðgerðini av málinum.


- Tískil ynskja vit Í Tórshavnar Ungdómsráð at biðja um eina frágreiðing um grundgevingarnar handan avgerðina at taka burtur sitibeinkirnar í Steinatúni. Onki alment orðaskifti hevur verið um málið, og fleiri standa spyrjandi, nú nýggju stálbeinkirnir eru settir upp, tí at til ber ikki at sita á teimum. Serliga fyri eldri fólk og barnafamiljur er hetta eitt stórt afturstig, skrivar ráðið í brævinum.


Ráðið leggur í brævinum upp til, at veruliga endamálið hjá kommununi er at flyta tey heimleysu, ið vanliga sita á beinkinum í Steinatúni, úr býnum. Ein avgerð, ið ráðið metir ikki er annað enn at sópa trupulleikan undir gólvteppið.


- Fleiri borgarar hava vent sær til [ráðið] við spurningum um grundgevingarnar handan avgerðina, og gjøgnumgangandi óttast fleiri, at endamálið er at fáa flutt tey heimleysu, ið seinastu árini hava hildið til í Steinatúni – tíverri ofta við tí endamálið at savnast um at drekka rúsdrekka – út úr býarmyndini. Er hetta orsøkin, so sakna[r] [ráðið], at eitt veruligt kjak verður tikið um tann trupulleikan, tí at hann verður ikki loystur við at taka burtur møguleikan hjá teimum at savnast í Steinatúni. Tann trupulleikin stingur djúpt og kann ikki loysast við eini “ude af øje – ude af sind” loysn, har trupulleikin verður sópaður undir gólvteppið.