Klokkan 18 hevur Tórshavnar Manskór konsert í Royndarhúsinum saman vð Nólsoyar Manskóri.
Áhoyrararnir kunnu vera heilt vísir í at hoyra góðan manskórssang, sum ikki oftani er at hoyra í loftrúminum. Kórið syngur onkran kendan sang, men fleiri nýggir sangir eru á skránni, og okkurt forkunnugt verður at hoyra.
Sangirnir eru fjøltáttaðir og spenna frá yndisligum svenskum songum til nýtulking av góðum kendum rokk klassikarum. Sungið verður á føroyskum, svenskum, norskum og enskum máli.
Kórleiðarar hjá Tórshavnar Manskóri eru Bjarni Restorff og Kári Bæk.
Til konsertina leygardagin, samstarvar kórið við Nólsoyar Manskór. Nólsoyingar byrjaðu manskórið fyri fýra árum síðani, og er kórið í áhaldandi menning, og í juli fara teir til Ísland á kórferð.
Á konsertini í Nólsoy syngja kórini bæði einsæris og saman. Nólsoyar Manskór verður stjórnað av Jógvani Thomsen.