Tórshavnar Kommuna yvirtekur Gundadalshøllina

Í eina tíð hava samráðingar verið um yvirtøku av Gundadalshøllini, sum L/F Venjingarhøllin eigur og rekur. Tað er ítróttarfeløgini Kyndil, Neistin og Fleyr sum eiga lutafelagið.

 

Samráðingarnar millum Tórshavnar Kommunu og nevndirnar í ymisku ítróttarfeløgunum hava gingið væl. Og nú partarnir eru komnir ásamt um, at Tórshavnar Kommuna yvirtekur høllina, varð avtalan undirskrivað, skrivar torshavn.fo.

 

Avtalan er frammanundan góðkend í Fíggjarnevndini, og savnaði kostnaðurin er 900.000 krónur.

 

Tórshavnar Býráð fegnast um, at avtala er fingin í lag við ítróttafeløgini. Býráðið hevur í hyggju at útbyggja Gundadalshøllina komandi árini, fyri at økja um hallarkapasitetin í Gundadali.

 

Tórshavnar Kommuna vil skapa góðar og tryggar karmar fyri ítróttin, og framtíðartryggja, at fleirtáttað nýtsla kann fáast burturúr hølunum.

 

Málið bleiv endaliga viðtikið, á Býráðsfundinum í seinastu viku, og í dag bleiv so avtalan undirskrivað í Gundadalshøllini.

 

##med2##