- Kritikkurin mótvegis Tórshavnar kommunu hevur einki við útbjóðing ella byggivinnuna at gera. Kortini velur borgarstjórin í kommununi at geva vinnulívinum av grovfíluni, tá hann setir ákærur fram um “kartell” virksemi og hóttir við at keypa tænastur úr útlandinum.
Tað skrivar Vinnuhúsið í dag.
Vinnuhúsið og Tórshavnar kommuna eru rættiliga farin í hornatøkur, nú Vinnuhúsið heldur, at kommunan fær eina so stóra skattainntøku, at tað ber til hjá kommununi at flyta seg inn á virksemi, sum als ikki hoyrir einari kommunu til.
- Tvørturímóti skeiklar tað búskapin soleiðis, at vøksturin í vælferð ikki gerst so stórur, sum hann kundi verið uppá longri sikt.
Vinnuhúsið heldur tað vera ódámligt, at Tórshavnar kommuna velur at koma við beinleiðis hóttanum ímóti vinnuni sum heild, tí Føroya Arbeiðsgevarafelag dittaði sær at hava eina meining um, at kommunan leggur seg út í vinnuligt virksemi, eitt nú við at bjóða vinnufyritøkum og øðrum at leiga frá sær í Sjóvinnuhúsinum.
- At kommunan hevur fíggjarligt rásarúm at umvæla saltsølubygningin fyri upp móti 100 miljónum krónum, hevur so sanniliga nakað við at gera, at kommunan umvegis Tórshavnar Havn “spælir fyritøka”.
Lagt verður aftrat, at kommunan í staðin kundi valt at lækka nýtslugjøldini hjá Tórshavnar Havn, sum jú vístu eitt rakstraryvirskot á heili 38 miljónir krónur í 2013 - ella lækkað skattin.
- Uppáhaldið um, at Sjóvinnuhúsið ikki ávirkar marknaðin, tí arbeiði við Sjóvinnuhúsinum júst er byrjað, er ikki rætt, tí fyritøkur leggja langtíðarætlanir um, hvar tær skulu húsast.
Vinnuhúsið vísir á, at byggivinnan, sum fær av grovfíluni í skrivinum frá kommununi, hevur einki at gera við nevnda problematikk.
- Ákærurnar um kartellvirksemi kennist vinnan als ikki við, og vilja vit mæla øllum til at kaga í ársroknskapirnar hjá byggifyritøkunum. Har er sanniliga einki kartellyvirskot at fáa eyga á. Tvørturímóti er byggivinnan ein vinnugrein, sum er merkt av ógvuliga harðari kapping.
Tað er rætt, sigur Vinnuhúsið, at Tórshavnar kommuna hevur bjóðað út byggiverkætlanir, og tað er at fegnast um.
- Men kommunan hevur eisini, eins og Landsverk, valt at innveita ávíst virksemi fyri sjálv at loysa uppgávur, sum eins væl kundu verið bjóðaðar út. Javnan venda fyritøkur sær til feløgini í Vinnuhúsinum við hjartasuffum um hesi viðurskiftini. Felags fyri hesar fyritøkur er, at tær tora ikki sjálvar at taka málið upp við kommunur, almennar stovnar ella politikarar, tí ótti er fyri, at tær so als ongar uppgávur fáa.
Vinnuhúsið heldur, at nú Tórshavnar kommuna valdi at fara út í fjølmiðlarnar og hótta í eystur og vestur - eftir at hava fingið eitt lítið prik - er tað stórliga at undrast yvir.
- Vit kunnu ikki siga annað enn, at vit í Vinnuhúsinum skilja væl óttan hjá vinnulívinum.
Viðmerkingarnar hjá Vinnuhúsinum kunnu lesast í fullum orðaljóði á www.industry.fo