Í ár eru 57 børn skrivað upp til 1. flokk í Sankta Frans skúla. Við at nýta undantaksloyvið hava 48 børn fingið pláss, meðan 9 børn hava fingið noktað pláss. Trý børn hava fingið noktað pláss í Eysturskúlanum.
Tórshavnar kommuna hevur valt at leggja eitt eyka spor í Skúlan á Fløtum, ið framman undan hevur nokk av plássum til teir næmingar, ið hoyra til økið. Hetta merkir, at eyka sporið á Fløtum verður til børn úr Sankta Frans skúla og Eysturskúla økinum (sí talvu 1).
Fyri børn, ið skulu í 1. flokk 27/28, er støðan enn verri. Tá skulu væntandi 19 børn, ið hoyra til Sankta Frans skúla og tvey børn, ið hoyra til Eysturskúlan, flytast í Skúlan á Fløtum, har Tórshavnar kommuna aftur leggur eitt eyka spor. Hetta hóast eingin tørvur er í økinum á eyka plássum, tí væntandi verða 13 tøk pláss uttan eyka spor (sí talvu 2).
Tá ið fýra børn á Argjum í fjør ikki sluppu í skúla í nærumhvørvinum, stríddist samgongan fyri at lofta hesum børnum, og bar hetta á mál. Men hvar eru tær somu kreftirnar nú? Larmandi tøgn frá trivnaðarnevndini, samgonguni og borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu, sum við avgerðini at leggja sporini á Fløtum eru beinleiðis orsøk til, at yvir 30 børn óneyðugt verða sett uttan fyri felagsskapin og tvungin úr nærumhvørvinum.
Fyri okkum er loysnin púra einføld. Flytið sporini av Skúlanum á Fløtum og í Sankta Frans skúla komandi tvey árini! Sankta Frans skúli hevur hølisviðurskifti til at taka í móti einum eyka spori í summar. Og við nýggju lonunum uttan fyri tilhoyrandi frítíðarskúla í Badmintonhøllini, sum skulu standa klárar til skúlabyrjan í summar, verður eisini pláss til at taka í móti eyka spori í frítíðarskúlanum. Hetta hevði givið tríggir 1. flokkar við 20 børnum í hvørjum flokki. Soleiðis fáa øll børn, ið hoyra til Sankta Frans skúla, pláss í sínum øki, og soleiðis fáa tey trý børnini úr Eysturskúla økinum eitt tilboð í grannaøkinum.
Síðani hava tit hálvtannað ár til tryggja nøktandi hølisviðurskifti til 1. flokk ár 27/28 í Sankta Frans skúla. Hetta er besta loysnin fyri at tryggja skúlagongd í nærumhvørvinum fyri flest.
Heidi Lava Elgeirsdóttir, býráðslimur í Tórshavnar kommunu, setti fyrr í ár viðkomandi spurningar til Djóna Nolsøe Joensen, landstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum. Nú vilja vit seta henni og restini av samgonguni somu spurningar:
##med2##
“Heldur tú tað vera rætt, at summi børn ikki sleppa at ganga í skúla í sínum nærumhvørvi?” og “Hvar er barnasýnið, og hvar er áhugin fyri at loysa hesa stóru avbjóðing?”
Vinarliga foreldur at børnum í miðbýnum












