Tórshavnar býráð taka eina milliard í láni

Tað er stórur vandi fyri at fíggjarliga haldførið fer at skrædna undan Tórshavnar kommunu

Skulu allar tær ætlanirnar, meirilutin í Tórshavnar Býráð hevur sett á skinnarar, setast í verk, er vandi fyri at býráðið noyðist at taka upp ímóti eina heila milliard í láni.

 

Tað staðfesti Jógvan Arge, býráðslimur fyri Tjóðveldi, sum er í andstøðu í býráðnum.

 

Hann vísir á, at eftir fíggjarætlanini skal býráðið taka 41,5 milliíónir í láni næsta ár.

 

Samstundis hevur býráðið fingið avdráttarskáa, so at eingir avdráttir verða goldnir næsta ár av skuldini hjá kommununi, sum er einar 120 milliónir krónur.

 

- Tað merkir, at kommunan rindar ikki avdráttir og tekur yvir 40 milliónir í láni, uttan at verulig gongd er sett á nakra av teimum risaverkætlanum, arbeitt verður við.

 

- At byrja at taka lán, uttan at tær heilt stóru verkætlanirnar eru á breddanum, eru eitt vandatekin, sigur hann.

 

Hann vísir á, at hesi næstu árini skal ein nýggjur Vesturskúli byggjast fyri 400 milliónir og somuleiðis skal Tórshavnar Havn byggjast út fyri aðrar 400 milliónir.

 

Jógvan Arge sigur, at hann er greiður yvir, at ført verður fram, at lánið til Tórshavnar havn skal rindast aftur við gjøldum frá vinnulívinum, men lánið telur so við hjá Tórshavnar Kommunu.

 

Hann sigur, at eftir tí, hann hevur skilt, verður kommunan noydd at læna allan kostnaðin til Vesturskúlan.

 

- Tá ið lánini hjá kommununi verða upp á tað mesta, fara tey kanska at verða onkunstaðni ímillum 900 milliónir og eina milliard, sigur Jógvan Arge.

 

Kommunur kunnu í mesta lagið skylda eina álíkning í skatti og sostatt fer kommunan at renna seg í loftið og koma í bólk saman við teimum mest skuldartyngdu kommununum.

 

Hann leggur afturat, at av tí sama fær kommunan eisini nógvar rentuútreiðslur, sum annars skundi verið brúktar til onnur endamál.

 

Tí mælir hann til, at fíggjarætlanin verður endurskoðað einaferð afturat at vita, hvat kann skarvast av.

 

Les eisini: Skatturin í Havn lækkar um eitt ár

 

Býráðslimir í samgonguni avsanna staðiliga, at ætlanin er at taka so stór lán, eitt nú er ætlanin at selja gamla bygningin hjá Føroya Banka í Húsagøtu, soleiðis sum ætlanin altíð var, og annars er ætlanin at raðfesta skilagott.

 

Og tað var eisini onkur býráðslimur í samgonguni sum segði, at hann fór so ikki at góðtaka, at kommunan verður so skuldarbundin, sum Jógvan Arge stúrir fyri.