Tórshavnar býráð enn ikki goldið klinikkassistentunum tað løn tær eiga

Sum øllum kunnugt endaðu sáttmálatingingarnar hjá Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag við, at ein gerðarrættur mátti taka avgerð um, um avtalan, sum felagið og Tórshavnar býráð gjørdu í juni 1997, var galdandi, tá landsstýrið ikki hevði góðkent hana

.

TKST fekk viðhald í hesum gerðarrættarmálið 22. desember 1997 og skuldu klinikkassistentarnir sostatt fáa avtalaðu lønina frá 1. juni 1997 at rokna. Tað snýr seg um 4 klinikkassistentar, sum býráðið ikki vildi flyta upp á rætt lønarstig, men tað er býráðið so dømt til nú. Hóast tað sigur lønardeildin hjá býráðnum seg ikki verða føra fyri at avrokna hetta til komandi lønarútgjalding, t.v.s. at býráðið hevur havt 6 vikur at avgreiða hetta mál í, men enn hava klinikkassistentarnir so ikki fingið tað løn tær eiga tilgóðar. Skulu hesar bíða í 4 vikur afturat ella kanska 8 vikur?

Hetta vísir bert at Tórshavnar býráð hevur ilt við at halda gjørdar avtalur, eisini um dómur er avsagdur í málinum.


Klinikkassistentarnir

á Tannlæknastovuni