Komandi vikuskifti skipar Badmintonsamband Føroya fyri stórari opnari kapping í Havn, kallað ?Tórshavn Open ?97?.
Hendan kappingin var eisini á skránni í fjør, og tá var luttøkan sera stór, og fyrireikararnir vænta enn størri luttøku hesaferð.
Kappingin er skipað sum einstaklingakapping, og kappast verður í 10 bólkum. Hesir bólkarnir eru:
Gentur undir 10 ár
Dreingir undir 10 ár
Gentur 10-12 ár
Dreingir 10-12 ár
Gentur 12-14 ár
Dreingir 12-14 ár
Gentur 14-16 ár
Dreingir 14-16 ár
Unglingar
Seniorar
Børnini upp til 14 ár kappast sunnudagin kl. 13, meðan tey eldru kappast leygardagin, tá kappingin byrjar kl. 11.
Tey, ið gerast nr. 1 og 2, fáa steyp til ognar, harumframt dystast tey vaksnu um ferðasteyp eisini.
Tilmeldingarlistar liggja hjá feløgunum, og seinasta freist at tekna seg til kappingina er í dag. Kappingin er ókeypis.