Tórshavn anno 2030

Tórshavnar Kommuna leggur nú alment fram kommunuætlan fram til ár 2030

 

 

Á heimasíðu sínari skrivar Tórshavnar kommuna, at kommunuætlanin er politiska skjalið hjá kommununi um menningina í býnum fram til ár 2030.

 

Kommunuætlanin varð fyrstu ferð løgd fram í sambandi við Arkitekturdagarnar um vikuskiftið og liggur nú á ymsum støðum í kommununi, umframt á torshavn.fo, har fólk eisini kunnu gera viðmerkingar. Borgarafundur um kommunuætlanina verður hildin í Skúlanum við Løgmannabreyt mikukvøldið 29. oktober

 

Innihaldið umfatar m.a. fíggjarligan vøkstur og vøkstur í fólkatali, ráðlegging, har kommunan er raðfest og skipað inn í ein vælumhugsaðan og framtíðarkendan plan í einum samspæli millum vakran og spennandi arkitektur, eitt virkið vinnulív, ein livandi miðbý, ein væl vardan gamlan býarpart, bygdirnar og vakra náttúru.

 

Talan er um serlig fokusøki í ætlanini. Hesi eru: Vøkstur, miðbýurin, mentan, lívsgóðska, trivnaður & mobiletur og umhvørvi & náttúra

Kommunuætlanin liggur til hoyringar hjá borgarunum í 6 vikur, áðrenn hon verður viðgjørd endaliga í býráðnum.