Tað heftir ikki fyri nýggja 8-mannafarinum hjá Havnar Róðrarfelag. Henda manningin hevur vunnið allar fýra róðrarnar í ár, og sigurin í dag ber við sær, at Tórsbáturin hevur fulla úrtøku, og at Tórsbáturin er greiður favorittur at vinna FM.
Á norðoyastevnu var nýggi báturin ikki heilt liðugur. Rætt er at siga, at havnarmenn kvøldið undan norðoyastevnu vóru hjá Sámali Hansen bátasmiði eftir honum, og at hann varð riggaður til vikuna undan fjarðastevnu, tá ið hann fyrstu ferð var við í kappróðrinum. Á norðoyastevnu róðu teir við Rádna, sum fuglfirðingar eiga og sum annars ikki er við í kappingini í ár.
Tórsbáturin fekk ikki besta startin í dag, men tá ið startspurturin var av, var hann fremstur, og á málinum var fjarstøðan aftur til næstu bátarnar meiri enn tvær bátslongdir.
Aftur í dag var tað Gøtu Tróndur, sum var greitt nummar tvey. Gøtu Tróndur hevur verið næstur á mál í øllum fýra kappingunum.
##med2##
úrslit/rsf.fo