Torres vil møta Everton

Spanski áleyparin Fernando (El- Nino) Torres, kundi ikki vera við móti dønum leygardagin vegna mjadnaskaða, men hann vónar at hann kann gerast klárur til The Merseyside Derby, millum Liverpool og Everton, ið verður í vikuskiftinum.

 

Skaðin helt honum frá at spæla móti dønum, men hann vil ikki eisini missa uppgerðina í Liverpool.

Skaðin noyddi Torres at geva avboð til spanska landsliðið, ið vann 3-1 í Århus leygardagin, og tað sær út til at kunna noyða hann til eisini at geva avboð til dystin fyri felag sítt, móti arvafíggindanum handan ánna Mersey. Men fyrrverandi Atletico Madrid-spælarin vil sera fegin taka lut í lokaluppgerðini, og er tí farin úr landsliðsleguni, fyri á tann hátt at fáa miðvísa viðgerð í Liverpool.

 

- Eg vil ikki lata møguleikan fyri at spæla Derbydyst móti Everton. Tað er mær greitt frá, hvussu stóran týdning hesin dysturin hevur, og eg vil so gjarna verða klárur til tíðina. Eg havi spælt í stórum Derby dystum fyrr. Eg spældi fyri Atletico móti Real Madrid, og eg gleði meg til at uppliva nakað líknandi í Premier League, sigur Fernando Torres fyri World Soccer News.