Torres við kós móti Anfield

Liðskiparabindið hjá spanska stórspælaranum avdúkar, at Torres væl kann hava kós móti heimavøllinum hjá Liverpool

Fótbóltur

Hvar fer Fernando Torres? Tað hevur verið stóri spurningurin í sponskum fótbólti í skjótt fleiri ár, men enn er tó eingin, sum hevur megna at draga stórtalentið úr Atletico Madrid, har hann hevur spælt øll árini.

You’ll never walk alone
Men um vikuskiftið kom fram, at tað er væl sannlíkt, at Torres komandi ár fer at spæla í Liverpool. Myndir frá 2-0 tapinum hjá Atletico móti Real Sociedad sýna nevnliga eina støðu, sum uttan iva trýstið pulsin hjá Liverpool-fjepparum langt upp.
Sigur tú »You’ll never walk alone«, so sigur tú eisini Liverpool, og tað vóru júst hesi orðini, sum Torres hevði prentað á innsíðuni á liðskiparabindið sínum í dystinum. Ta einu ferðina gleið bandið nevnliga av arminum, og myndir í The Sun sýna týðiliga tekstin, sum varð skrivaður á innsíðuna.
Tað er tó ikki bert í Liverpool, at væl kendu tónarnir hjá Jerry and the Pacemakers ljóma. Eitt nú er sangurin at hoyra til hvønn heimadyst hjá skotska Celtic, men tað verður tó roknað fyri vist, at spanski stórspælarin ikki er ávegis til skotskan fótbólt.

300 milliónir
Enn hevur Atletico tó ongar sum helst ætlanir um at selja. Sáttmálin hjá Torres staðfestir ein søluklausul, um eitt boð áljóðandi £27 mió kemur til felagið. Og hóast fleiri stórfeløg vildu hava Torres seinasta summar, so var eingin teirra, sum hevði hug at bjóða kravda prísin.
Men hesin verður ikki lækkaður, skilst. Í øllum førum sigur stjórin í Atletico Madrid, at upphæddin, sum er staðfest í sáttmálanum, ikki verður lækkað við einum tí einasta oyra.