Torres á veg til Manchester United ??

- Eg eri ikki naivur, at eg ikki veit, at vit kunnu missa ein spælara sum Fernando Torres, sigur Liverpool-venjarin, Roy Hodgson.

 

Bretsku bløðini The Daily Telegraph og The Independent skriva bæði, at venjarin hjá Manchester United, Alex Ferguson er farin at leita eftir einum avloysara fyri Wayne Rooney, sum rýmir úr felagnum í januar. Bretsku bløðini skriva, at Manchester United hevur longu sett seg í samband við Liverpool FC, og bløðini eru samd um, at Fernando Torres endar í Manchester United.

 

Venjarin hjá Liverpool, Roy Hodgson sum er undir stórum trýsti, kennir seg vísan í, at Manchester United hevur sett sjóneykuna á aðrar spælarar eisini: - Tá ein spælari sum Wayne Rooney ynskir at sleppa burtur, so er heilt klárt, at Manchester United beinavegin fer í gongd at leita eftir heimsklassapælarum. Eg trúgvi ikki, at Torres er tann einasti spælarin, sum United vil hava í sín hóp. Vit eru ikki tað einasti fótbóltsfelagið, sum hevur grund til at stúra, staðfestir Roy Hodgson.