Trupuleikarnir hjá Liverpool og venjaranum, Rafael Benitez taka ongan enda.
Liðskiparin, Steven Gerrard verður burtur í tvær vikur, tí hann dragast við bruna í hælsinuni. Yossi Benayoun hevur eitt brákað riv, og tað ganga fýra vikur, áðrenn hann verður tøkur aftur. Og nú frættist, at Fernando Torres skal hava eina skurðviðgerð í knænum, so hann verður burtur í seks vikur.
Liverpool er nú úti av báðum steypakappingunum og úti úr Champions League, og er vandi fyri, at teir fáa sítt ringasta kappingarár í eitt langt mannaminni.
Liðið má spíla seg veruliga út, fyri at røkka tí alt avgerandi fjórða plássinum í Premier League, sum fer at gera tað møguligt hjá felagnum at kvalifisera seg til Champions League.
Uttan Fernando Torres verður brekkan enn brattari hjá Liverpool, sum í løtuni liggur á sjeynda plássi, fimm stig aftanfyri Manchester City, sum er liggur á tí nógv eftirtraktaða fjórða plássinum.