Fernando Torres var í kvøld undir skurðviðgerð í Spania. Læknarnir eru komnir fram til, at knæið hjá Torres er so illa fari, at hann mátti undir knívin. Liverpool heimasíðan sigur, at Torres verður ikki tøkur í umleið seks vikur. Tað merkir, at hann ikki verður við restina av kappingarárinum.
Liverpool hevur fýra dystir eftir í Premier League, umframt tvær hálvfinalur í Europa League ímóti fyrrverandi felagnum hjá Torres, Atletico Madrid. Hetta er aðru ferð, at Torres er skaddur, tá Liverpool og Atletico Madrid hittast.
Liverpool spælir í annaðkvøld ímóti West Ham á Anfield.