Tað vóru tvey lið við trupuleikum handan leiktjøldini, ið møttust á Anfield í kvøld. Liverpool gjørdi skjótt av, tí tá ein hálvur tími var farin stóð 3-0 til heimaliðið. Fyrst skoraði Fernando Torres, áðrenn Ryan Babel gjørdi tað til 2-0 eftir upplegg frá Torres. Tá ein hálvur tími var farin, skoraði Alberto Aquilani sítt fyrsta mál fyri Liverpool nakrantíð. Aquilani, Liverpool keypti úr Roma í summar, spældi sín higartil besta dyst fyri Liverpool í kvøld.
Í seinna hálvleiki skoraði Fernando Torres sítt næsta mál til 4-0. Nadir Belhadj minkaði um munin fyri Portsmouth til endaliga úrslitið 4-1. Liverpool liggur nú á fimta plássi við 51 stigum. Tað er eitt færri enn Tottenham á fjórða plássi.Portsmouth liggur niðast við bara 19 stigum.