Spælt verður í sonevndu Confederation Cup í hesum døgum. Hetta er kapping fyri meistararnar í teimum ymsu heimspørtunum. Spania umboðar Europa, og í fyrsta dystinum vann Spania tryggan sigur á New Zealandi. Úrslitið gjørdist 5-0. Trý av málunum stóð Fernando Torres fyri, meðan Fabregas og Villa gjørdu hvør sítt.