Fernando Torres skoraði tvey av málunum í 4-0 sigrinum á Írlandi, sum nú ikki kann koma víðari. Umframt Fernando Torres, so skoraðu David Silva og Cesc Fabregas hvør sítt mál.
Vicente Del Bosque gjørdi eina broyting frá javnleikinum ímóti Italia. Hann hevði valt Fernando Torres framum Cesc Fabregas, meðan Giovanni Trappatoni hevði valt Simon Cox framum Kevin Doyle.
Tað gingu fýra minuttir, so var Spania á odda. Írska verjan fekk ikki rudda vekk og Fernando Torres stjól bóltin. Hann tók eitt trekk og smekkaði bóltin í nettakið. Spania var greitt omaná, men megnaði ikki at økja um leiðsluna í fyrra hávleiki.
Seinni hálvleikur var eisini bara fýra minuttir gamal, tá Spania aftur skoraði. Bólturin endaði mitt fyri í brotsteiginum hjá David Silva. Hóast tríggir írskir verjuleikarar stóðu fyri, so megnaði David Silva at trilla bóltin í málið til 2-0.
Fyrri málið hjá Fernando Torres varð skorað aftaná 3 minuttir og 49 sekund. Tað er tað skjótasta málið Spania nakrantíð hevur skorað í einum EM endaspælið. (Opta)
Tjúgu minuttir fyri tíð økti Fernando Torres um leiðsluna, tá hann gjørdist leysur við írska málverjanum. Chelsea framherjin var ísakaldur og plaseraði bóltin í málið til 3-0. Átta minuttir fyri tíð legði innskifti Cesc Fabregas eitt mál afturat, tá hann eftir horna úr høgru smekkaði til úr spískum í stongina og inn.
Spania var greitt omaná allan dystin og sigur var fult uppiborðin. Hann kundi eisini lættliga verið størri var tað ikki fyri djavrt verjuspæl og Shay Given í málinum. Írland er tað fyrsta landið í hesum EM endaspælinum, sum kann bíleggja heimferðina, tí teir hava ongan møguleika at koma víðari úr bólkinum.
Spania Írland 4-0 (1-0)
1-0 Fernando Torres, 4
2-0 David Silva, 49
3-0 Fernando Torres, 70
4-0 Cesc Fabregas, 82
Spania: 4-3-3
Casillas - Arbeloa, Pique, Sergio Ramos, Jordi Alba - Xavi, Busquets, Alonso (Javi Martinez 65.min)- Silva, Torres (Fabregas 74.min), Iniesta (Santi Cazorla 80.min).
Á bonkinum: Valdes, Albiol, Juanfran, Pedro, Negredo, Mata, Llorente, Jesus Navas, Reina.
Írland: 4-4-2:
Given - O'Shea, St. Ledger, Dunne, Ward Duff (McClean 76.min(, Andrews, Whelan (Green 80.min), McGeady Cox(Walters 45.min), Keane.
Á bonkinum: Westwood, Doyle, Kelly, McShane, Gibson, Hunt, O'Dea, Long, Forde.
Dómari: Pedro Proenca (Portugal)
Bólkur C:
1. Spania 2 (5-1) 4
2. Kroatia 2 (4-2) 4
3. Italia 2 (2-2) 2
4. Írland 2 (1-7) 0










