Fernando Torres skoraði ikki minni enn tvey mál, men til onga nyttu, tí Chelsea er úti av Champions League alíkavæl.
Rafael Benitez fekk í kvøld sín fyrsta sigur sum venjari hjá Chelsea, sum hevði vitjan av FC Nordsjælland. Fyri at koma víðari skuldi Chelsea vinna og Juventus tapa.
Chelsea greiddi sín setning væl og vann heili 6-1. Millum annað skoraði Fernando Torres tvey mál. Í Donetsk vann Juventus 1-0, og av tí at Shakhtar Donetsk er betri innanhýsis enn Chelsea, so er tað líka mikið um Chelsea, sum somuleiðis hevur 10 tíggju stig, hevur betri málúrtøku.
Manchester United var longu víðari undan dystinum í kvøld móti Cluj úr Rumenia, men tað kom kortini eitt sindur óvart á, at gestirnir skuldu vinna dystin 1-0. Celtic kom eisini víðari saman við Barcelona úr bólki G.
Champions League:
Bólkur E:
Chelsea FC Nordsjælland 6-1
Shakhtar Donetsk Juventus 0-1
(Shakhtar Donetsk og Juventus víðari)
Bólkur F:
Bayern Munchen BATE Borisov 4-1
Lille Valencia 0-1
(Bayern Munchen og Valencia víðari)
Bólkur G:
Barcelona Benfica 0-0
Celtic Spartak Moskova 2-1
(Barcelona og Celtic víðari)
Bólkur H:
Manchester United Cluj 0-1
Braga Galatasaray 1-2
(Manchester United og Galatasaray víðari)










