Torres hattrick søkti West Ham

Tær nærum 30 milliónirnar, ið Liverpool mátti av við, fyri at fáa fatur á Atletico Madrid áloyparinum Fernando Torres, tykjast at vera væl goldnir pengar. Tí við sínum næsta hattricki á rað í Premier League, kundi Torres søkkja West Ham í úsetta dystinum millum liðini

Spaniumaðurin gjørdi mikukvøldið Anfield Road til sína personligu spælistovu, tá hann við trimum málum var við til at bombardera West Ham liðið heim aftur. Síðsta málið í 4-0 sigrinum, skoraði liðskiparin Steven Gerrard. Liverpool eru nú ájavnt við grannarnar úr Everton, á fjórða og seinasta plássinum, ið útloysur Champions League sess. The Reds hava tó fyrimun, tí teirra málmunur er væl betur enn tann hjá Everton.