Venjarin hjá Liverpool. Rafael Benitez, heldur, at Fernando Torres er heimsins besti álopsspælari í løtuni. Torres skoraði 24 mál í sínum fyrsta kappingarári í Premier League, og hann hevur fingið flúgvandi byrjan í nýggja kappingarárinum.
- Eg hevði ikki býtt Torres um við nakran annan spælara. Tað eru nógvir góðir spælarar kring um í heiminum, men eingin teirra er betur enn Torres, sigur Benitez.