Í Liverpool leikti Torres ofta sum einsamallur áleypari, men í Chelsea kann hann rokna við at fáa í minsta lagi ein áleypsmakkara. Londonfelagið hevur nevniliga í hópinum framman undan tveir áleyparar í heimsflokki í Didier Drogba og Nicolas Anelka.
- Eg eri ein stórur fjeppari av Chelsea-áleyparunum, sigur Fernando Torres við heimasíðuna hjá Chelsea.
26 ára gamli spaniólin gleðir seg serliga at sleppa at leika saman við Drogba og Anelka, sum í stóran mun hava havt ávirkan á Torres.
- Eg minnist Anelka frá tá eg var unglingi og hann leikti í Arsenal. Hann leikti tann fótbóltin, sum eg fegin vildi leika, sigur Torres.
Og lýsingarorðini gerast ikki færri, tá talan fellur á ein av størstu málskjúttunum nakrantíð í Chelsea, Didier Drogba.
- Drogba er heilt greitt heimsins besti áleypari, og tað verður ein stór ábyrgd at spæla saman við teimum, tí teir eru so dugnaligir, og leika á so høgum støði, sigur Fernando Torres.
Tað er væl møguligt, at Torres longu um vikuskiftið fær debut við síðuna av av øðrum av teimum báðum ? og enntá móti sjálvum Liverpool.









