Torres bjargaði Liverpool

Liverpool roynir framvegis at elta Manchester United í ensku Premier League.

Í stórdystinum í dag sat Liverpool leingi á tí mesta, men alt bendi kortini á, at Chelsea skuldi sleppa heim til London við málleysum javnleiki.

Trýstið gjørdist ikki minni, tá Frank Lampard fekk reytt kort frá dómaranum, og í evstu løtu megnaði Liverpool eisini at avgera dystin.

Skarprættari var Fernando Torres, sum skoraði til 1-0, tá ein minuttur var eftir av vanligu leiktíðini, og í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, skoraði spaniólin enn einaferð fyri Liverpool.

 

Liverpool er við sigrinum einsamalt á øðrum plássi í Premier League. Teir eru tvey stig aftan fyri Manchester United, sum tó hevur ein dyst til góðar.