Torres aftur á gamlar gøtur

Fernando Torres er óynsktur í Milan og Chelsea, men nú eru boð eftir honum í barndómsfelagnum

Fernando Torres, sum í løtuni er útleigaður til AC Milan frá Chelsea, er sambært italskum og bretskum miðlum á veg aftur til har, sum alt byrjaði – nevniliga Atletico Madrid.

 

Spanski framherjin hevur ongantíð funnið seg til rættist í Chelsea síðan skiftið frá Liverpool fyri áleið eina hálva milliard tíðliga í 2011. Hóast tað í løtum glimtaði í honum, so er veruleikin, at hann ongantíð hevur avrikað á góðkendum stigi fyri Chelsea.

 

Les eisini: Torres til Milan

 

Í ár bleiv 30 ára gamli framherjin útleigaður til italska AC Milan í tvey ár. Heldur ikki her hevur hann avrikað á góðkendum stigi. Tí ynskir AC Milan, at Atletico Madrid yvirtekur leigusáttmálan við Fernando Torres, meðan italski Alessio Cerci skiftir frá Madrid til Milan.

 

Fernando Torres royndi sum heilt ungur at verða liðskipari hjá Atletico Madrid, har hann er uppvaksin. Í 2007 skifti hann til Liverpool og bleiv ein hetja á Anfield, áðrenn hann í 2011 sifti til Chelsea. Spurningurin er nú, um Atletico Madrid klárar at fáa gongd í burturvilsta sonin.

 

Tað hevur eisini ljóðað, at Liverpool er inni í myndini nú teir hava so stórar trupulleikar í álopinum, men hetta tykist ósannlíkt í løtuni.