Torremolinos – býurin fyri øll

Eitt av kendastu ferðamálunum á suðurstrond Spania, Costa del Sol, er ferðamannabýurin Torremolinos, ið liggur uml. 20 km frá Malaga. Torremolinos er ein sera hugnaligur býur, ið hevur alt at bjóða ferðafólki, uttan mun til aldur og áhugamál.

Veðurlagið er gott, og fram við góðu sandstrondini er strandarprominadan við alskyns matstovum. Serliga lokkandi eru tær mongu matstovurnar, ið borðreiða við fiskarættum.

Í býnum er ein sera hugnalig gongugøta, Calle San Miguel. Her er hópin av ymiskum handlum, men serliga hugnaligt er at sita á eini av mongu útimatstovunum og njóta ríka lívið uttan um teg. Við endan av gøtuni er ein brøtt, smøl trappa, ið gongur heilt oman á sandstrondina. Í sjálvari trappuni eru eisini handlar, barrir, matstovur o.t.

Torremolinos hevur eisini ymiskt at bjóða børnum og barnafamiljum. T.d ber til at vitja einastu krokodillulund í Evropa, stóra vatnlandið í býnum ella Tivoli World, sum er ein stuttleikalund við stuttligum aktivitetum fyri børnini.

Vert er eisini at vitja marknaðin í býnum, har til ber at keypa alskyns vørur, sum bæði eru góðar og bíligar.