Robert McBirnie og Hilmar Jan Hansen – við tilsamans yvir 95 ára royndum á palli - fara at skemta í samband við Torradagar í Klaksvík.
Yeir hava í felag skemtað, skrøggað, hermt, sungið og spælt fyri túsundtals føroyingum. Nú kunnu teir upplivast á palli í Spaniastovu, har teir – bæði saman og hvør sær – borðreiða við eini breiðari viftu av sínum besta undirhaldi.
Teir báðir siga frá, syngja og spæla í Spaniastovu leygarkvøldið.