Millum klokkan 10 og 14 í dag sendi FM1 beinleiðis úr Klaksvík í samband við, at Torradagar eru í Klaksvík í hesum døgum.
Reportararnir hjá FM1, Petur Zachariassen og Óli G. Samuelsen prátaðu við ymisk fólk kring Klaksvíkar bý.
Reportararnir hjá FM1 vitjaðu eisini inni í Betesda, har teir fingu eitt longri prát við fyrrverandi borgarstjóran í Klaksvíkar kommunu, Steinbjørn Jacobsen.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr longru samrøðuna Óli G. Samuelsen og Petur Zachariassen høvdu við Steinbjørn Jacobsen á FM1 fyrr í dag.










