Útróður
Torrafiskurin tykist verða komin norðanfyri. Bátar, sum royna við snellu stutt úr landi, hava fingið væl av fiski seinastu dagarnar, meðan línubátarnir hava fiskað óført.
Mánakvøldið løgdur fleiri smærri bátar upp á Eiði, og tað royndist bara væl. Slagið var gott, og vektin hartil. Úr einum 1.200 pundum upp um tonsið fingu teir. Ein einsamallur maður við seks snellum hevði til dømis fingið umleið eitt tons.
Onkur bátur var, sum legði upp í Sundalagnum, ið hevði fingið eini 3.000 pund, frættist.
Menn siga frá, at tað er rættiliga góður fiskur, teir fáa. Og hann er fullur av sild, siga teir.
Bátarnir vóru á útróðri aftur gjár, frættu vit, beint áðrenn blaðið fór tjil prentingar. Av Eiði varð sagt, at veðrið var gott norðanfyri í gjár.
Annars er bara ein størri útróðrarbátur, sum rør við línu av Eiði. Tað er Norðsøki, sum annars býr á Selatrað, sum tað stendur á navnabrettinum. Teir rógva út av Eiði, har teir hava skúr og aðrar útgerð. Teir hava fiskað óføra væl.
Reiðarin plagdi fyrr at siga, at teir fingu fyri breyð. Men nú vilja teir halda, at við prísunum, sum nú eru, fæst kanska ein pylsubiti upp á eisini.










