Torradagarnir byrjar í morgin

Í komandi viku verða serstakir torradagar í fiskivinnuhøvuðsstaði okkara, Klaksvík. Við fyrilestrum, framsýningum og øðrum tiltøkum er endamálið enn einaferð at fokus á torran, sum er tann tíðin tá fiskur kemur inn á grunnarnar at gýta.

Ætlanin er at nýta alla komandi vikuna at skipa fyri ymiskum tiltøkum í Klaksvík, m.a. fyrilestrum um torra, torrafisk og torrahald.

Ætlanin er somuleiðis at skipa fyri kjakfundum millum framstandandi politikarar um fiskivinnuna í dag, og fáa serfrøðingar frá Fiskirannsóknarstovuni at greiða frá fiskivinnuni, sæð frá teirra eygum.

Eisini verður skipað fyri meira løttum undirhaldi í býnum við tónleiki og skemti. Virkishúsið, Bókasavnið, Leikalund og Atlantis skipa fyri serligum tiltøkum. Tiltøk verða eisini í KFUM&K, Snørisvirkinum, Klingruni, Svimjihøllini og Húsarhaldsskúlanum, Christianskirkjuni og umborð á Draganum, eins og Handilsfelagið skipar soleiðis fyri at handlarnir í býnum hava serlig tilboð á skránni.

Annars verður allur býurin merktur av hesum fyrstu torradøgunum.