Vika nummar níggju í ár er sett av til at varpa ljós á føroyska fiskivinnu í Klaksvík. Dagarnir verða róptir Torradagar, eftir heiti frá gomlu tíðarrokningini. Torri er eftir fyrstu tendring í álmanakkanum og áðrenn næstu tendring. Sagt verður, at fiskurin hetta tíðarskeiðið er væl fyri, og kemur nærri landgrunninum at gýta. Hesa tíðina verður fiskurin vanliga øðrvísi tilgjørdur, ofta fyltur við rogni og livur.
Hetta navnið hava klaksvíkingar valt at rópa viku 9 í ár, og samstundis at nýta høvi til at varpa ljós á fiskivinnuna í Føroyum. Á skránna eru tríggir fyrilestrar settir, tann fyrsti undir heitinum Á flot við teldu, har Knud Simonsen havfrøðingur fer at greiða frá um nýliga mentu HÚK skipanina. Annar fyrilestur eitur Virðisøkt veiða og vinningur, har Hóraldur Joensen, granskingarleiðari á Fróðskaparsetri Føroya, fer at greiða frá hvussu vit gagnnýta tilfeingi úr sjónum, sum lítið verður gjørt við. Triðja fyrilesturinum stendur Pál Weihe fyri, og fer hann at greiða frá um grind sum mannaføði.
Enn er skráin fyri Torradagarnar ikki fullfíggjað, men Klaksvíkar kommuna upplýsir, at heilsukafe, heilsurenning, torrasvimjing og torramatskrá eisini vera á skránni.