Torradagar aftur í Klaksvík

Torradagar verða aftur í Klaksvík í ár, og gjørt er av, at teir hesaferð verða í døgunum, 16.-20. februar. Ymisk tiltøk verða í Klaksvík, meðan torradagar eru, og eitt nú verða fyrilestrar um umhvørvi og veðurlag á Klaksvíkar Bókasavni.

Ætlanin er eisini at hava heilsurenning, har til ber at máta blóðtrýst.

Úr Klaksvík siga tey, at stór og øðrvísi matskrá við ymiskum fiskaúrdráttum verður hjá Jórun í Klingruni, og eisini ber til at vitja umborð á Dragan at fáa sær súpan og kunning um snotuliga seglskipið.

Torri, sum torradagarnir í Klaksvík hava navnið eftir, stavar frá gomlu tíðarrokningini. Hetta var navnið á mánaði, sum byrjaði fyrstu tendring eftir jól og vardi fram til næstu tendring.

Útróðrarmenn tosa eisini um torrafisk, sum í februar kemur inn á grunnin at gýta.