Tornið tikið niður

Tornið í svimjihøllini í Klaksvík er tikið niður. Svimjihøllin stendur fyri stórum umvælingum, og klaksvíkingar sleppa ikki at svimja aftur fyrr enn til várs

 

KLAKSVÍK: Arbeiðsmenn hjá byggifelagnum Kanjon hava tikið stóra tornið í svimjihøllini í Klaksvík niður. Tað er sostatt ein býarmynd í Klaksvík, sum nú er horvin.

Svimjihøllin hevur verið stongd síðan 16. juli í summar, og hon letur væntandi uppaftur einaferð í vár. Tað verður tó ikki greitt fyrr enn einaferð í desember mánaði, nær høllin letur uppaftur.

Høllin er í ringum standi, og tí var neyðugt við eini stórari umvæling. Høllin verður eisini partvís umbygd. Vippurnar, sum vóru í torninum, skulu eftir øllum at døma burtur, tí tær verða ikki nógv nýttar av teimum vitjandi. Ístaðin er ætlanin at gera eina stóra skreiðibreyt í sunnara endanum av høllini. Hetta er ikki roynt í Føroyum áður, og tí er spennandi, hvussu hetta fer at rigga.

Klaksvíkingar vóru annars teir fyrstu í Føroyum at fáa sær eina innilokaða svimjihøll, men nú er hon so gomul, at hon krevur umvælingar.