Tornarósa í Sjónleikarhúsinum týsdagin

Farið verður nú undir fyrstu sýningarnar av Tornarósu í Sjónleikarhúsinum í Havn.

 

Týsdagin 1. desembur verður premiera av føroysku uppsetingini av dansi- sjónleikinum Tornarósa í Sjónleikarhúsinum í Havn.

 

Tað eru tær báðar, Elin á Rógvi og Jóna Kristin Thomsen,sum í felag skapa ta listaligu myndina. Við eru í alt 15 leikarar og dansarar.

 

Atgongumerkjasølan byrjar mánadagin og fáast atgongumerkini á Kunningarstovuni og í Sjónleikarhúsinum 1 tíma undan sýning.