Tornado knúst skúla í Oklahoma

Ein tornado hevur javnað fleiri enn 3000 hús og bygningar við jørðina í Oklahoma. Fleiri skúlar og barnagarðar eru hart raktir.

Tornadoin er uppstaðin av ringum veðri í økinum síðani sunnudagin, og tað leikar framvegis í. Veðurmaðurin, Mike Morgan frá lokalu SV-støðini, KFOR, hevur sagt skaðarnar vera teir ringastu frá einari tornado nakrantíð.

- Eldur er í allastaðni. Alt er kaotiskt her, siga reportarar í økinum.

Tann 3,2 kilometrar breiða tornadoin hevur rivið eina røð av húsum við sær umframt tveir skúlar í Moore. Forstaðurin, sum liggur beint sunnan fyri Oklahoma City, er ringast raktur.

Tornadoin skal hava eina vindferð á upp móti 300 k/t.

Fólkaskúlin, Plaza Tower varð raktur av tornadoini. 75 fólk høvdu søkt skjól í bygninginum, sum nú er javnaður við jørðina.

- Vit hoyra skríggj úr ruinunum, segði ein av reportarunum hjá KFOR, tá bjargingararbeiðið byrjaði.

Fleiri børn vórðu fingin út á lívi, men seinni varð boðað frá, at eingin vón er longur um at fáa fleiri livandi út undan húsaleivdunum.

Roknað verður við, at minst 20 børn eru deyð, og talið higartil er 91 deyð tilsamans, skriva netmiðlar.