Í minsta lagi fimm fólk doyðu, og fleiri fingu skaða, tá ein røð av tornado'um rakti fleiri amerikanskar statir sunnudagin. Myndugleikarnir siga, at teir skrásettu fimtan harðar tornado'ir, men at tær helst mundu vera upp ímóti hundrað í tali.
Í statinum Virginina stutt sunnan fyri høvuðsstaðin Washington oyðilegði ódnarveðrið fleiri hús, og í Illinois vórðu nógv trø skrykt upp við rót. Bæði í Virginia og Illinois var kavarok, og sagt verður, at heglingurin var sum golfkúlur til støddar. So langt norðuri sum í New York var eisini ódnarveður.
Í gjár arbeiddu bjargingarlið við at hjálpa teimum, sum høvdu mist hús og heim. Samstundis leitaðu bjargingarmenninir eftir fólki, sum ikki vóru komin afturíaftur, og tí stúrdu myndugleikarnir fyri, at ódnarveðrið kundi hava kravt fleiri enn fimm mannalív.
Tað er vanligt, at tornado'ir herja í USA hesa tíðina á árinum, men í ár eru tær komnar heldur seinni enn vanligt. Amerikansku veðurmenninir hava annars sagt, at tornado'ir kunnu koma alt árið, men at møguleikin ella vandin er størstur um várið og tíðliga um summarið.
Ódnarveður við tornado'um kann bresta á, tá teir køldu luftstreymarnir norðaneftir møta teimum lýggjaru luftstreymunum, sum koma úr Meksikanska Flógvanum. Vanliga hendir hetta miðskeiðis í USA.