Tórmóður Stóra vil ikki taka við starvinum sum leiðandi yvirlækni á psykiatrisk deplinum, soleiðis sum støðan er nú. Tað hevur hevur hann greitt starvsfólkinum á psykiatriska deplinum frá.
Starvið sum leiðandi yvirlækni hevur verið umstrítt, tí fyrst varð søkt eftir leiðandi yvirlækna, men av tí at Tórmóður Stórá var einasti umsøkjari, varð gjørt av at søkja av nýggjum. Eisini aðru ferð var hann einasti umsøkjari, men kortini hevur starvssetanin drigið út.
Og nú hevur Tórmóður Stórá so greitt starvsfólki á psykitriska deplinum frá, at sum umstøðurnar eru nú, er hann ikki sinnaður at taka við starvinum. Tað hevur ikki eydnast at fáa fatur á Tórmóði Stórá, ella sjúkrahússtjóranum.
Men keldur á psykiatriska deplinum siga, at hann hevur greitt starvsfólki frá, at nú búfólk á psykiatriska deplinum eru flutt í sambýli Eystan Heyg, hevur hann viljað, at peningurin sum sostatt verður leysur í rakstrinum, verður verandi á psykiatriska økinum. Men tað er ikki gingið á møti og tískil hevur hann boðað frá, at hann er ikki sinnaður at taka við starvinum, soleiðis sum umstøðurnar eru nú. Sum skilst er samskifti enn ímillum partarnar í eini roynd at finna eina loysn.
|