Skip hjá danska reiðarínum Torm skulu hava vápnaðar vaktarmenn umborð, tá tey sigla fram við Afrikanska Horninum. Tað hevur felagið kunnað síni starvsfólk um, skrivar danska kringvarpið.
Claus Usen Jensen, sum er tekniskur stjóri hjá Torm, sigur, at tað eru manningarnar á skipunum, sum sigla fram við Afrikanska Horninum, sum hava biðið um at fáa vápnaðar vaktarmenn umborð. Tey hjá Torm hava hildið og halda framvegis, at tað er ein altjóða uppgáva at forða sjóráni, men at felagið noyðist at taka egin stig nú. Donsku myndugleikarnir skulu geva loyvi, hvørja ferð eitt danskt handilsskip skal hava vápnaðar vaktarmenn.
Hvønn dag eru umleið 50 donsk handilsskip í umráðnum, sum er illa herjað av somaliskum sjórænarum.