Torleivur Mikkelsen 60 ár

Sunnudagin 13 juni fyllir Torleivur Mikkelsen shippingmaður í Havn 60 ár.

Torleivur varð útbúgvin skipsførari í 1970 og sigldi í umleið 10 ár við skipum hjá A.P. Møller.

Umleið 1980 legðist hann upp á land og fór at arbeiða sum shippingmaður hjá Traderline.

Í 1990 stovnaði hann fyritøkuna Tor Shipping, sum er m.a. eitt skipsmeklaravirki og umboðar ymisk útlendsk skip. Fyritøkan er eisini umboðað í oljuvinnuni.

Torleivur er ættaður úr Vestmanna, sonur Gunnu, f. Johannesen, og Jóannes Mikkelsen.
Hann er elstur av trimum systkjum.

Hann er giftur við Nicolinu, f. Højgaard, av Toftum. Tey eiga trý børn, Joan, Gunnleiv og Maluna. Eisini eiga tey tvey ommu- og abbabørn.

Føðingardagurin verður hildin saman við familjuni.