Í samband við at Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari vitjar í Íslandi, verða hesi tiltøk í Ørkini um vikuskiftið:
Leygardagin 4. februar kl.20.00 verður hugnaløta.
Á skránni verður sangur, filmur frá sjólívinum, andakt, drekka og hugni.
Sunnudagin 5. Februar kl.16.00 verður møtið.
Torleif Johannesen talar og Olvheðin Jacobsen syngur,
Drekka og hugni verður aftaná.
Øll eru vælkomin til tiltøkini í Sjómansheiminum Ørkini, Brautarholti 29, 105 Reykjavík, verður sagt í tíðindaskrivi.