Fyrrverandi FSF forsetin og undangongumaðurin fyri altjóða limaskapi, Torleif Sigurðsson, sáli, varð í gjár kunngjørdur sum tann fyrsti limurin í Hall of Fame hjá føroyska fótbóltssambandinum.
Tað var kona Torleif, Elsa Maria Sigurðsson, og døturnar, ið tóku ímóti heiðrinum á tíðindafundi í FSF húsinum í gjár.
Tað var Christian Andreasen, FSF forseti og vinmaður Torleif, sum handaði heiðursplátuna. Dómsnevndin er mannað við mentamálaráðharranum, Bjørn Kalsø, Heðin Mortensen og Poul Michelsen. Ein nýggjur limur verður kunngjørdur hvørt ár.
Torleif Sigurðsson var undangongumaður, tá Føroyar í 1988 fingu fullan limaskap í FIFA og UEFA. Hann var FSF forseti frá 1981 til 2002. Í 2004 fekk hann UEFA Order of Merit, sum er næsthægsti heiður, ið nakar kann fáa frá europeisku fótbóltssamgonguni.
Torleif Sigurðsson andaðist í 2008.
Mynd 1: Christian Andreasen, FSF forseti, við mynd, sum skal hanga í nýggja FSF húsinum, tá tað er liðugt.
Mynd 2: Christian Andreasen handar Elsu Mariu blómutyssi.