Torleif er klaksvíkingur og uppvaksin á Stongunum. Mamman var Margretha fødd Poulsen og ættað av Eiði. Pápi hennara, Hans Jacob Poulsen, var fyrsti javnaðartingmaður í Eysturoy. Hann varð valdur inn á ting í 1936, men hann doyði longu í 1937.
Pápin var Sigurð Sigurðsson av Húsum. Abbin, Jóin á Húsum, var føddur í Vestmannaoyggjunum, og foreldrini vóru úr Mýrdalsvík. Tá ið Jóin var sjey ára gamal, kom hann við Geila Jákupi til Húsar, har hann vaks upp, giftist og bygdi. Um 1930 fluttu tey til Klaksvíkar, og harvið kom Sigurðsson eftirnavnið til Klaksvíkar.
Sigurð doyði longu í 1960, og Margretha doyði í 2000.
Margretha og Sigurð fingu átta børn: Jóin (1940), Hans Jacob (1941), Alfons (1943), Torleif (1946), Thorbjørg (1949), John Tórur (1950), Terji (1956) og Hallstein (1959). Jóin býr í Svínáum, Hans Jacob í Holbæk, Thorbjørg í Häsleholm í Svøríki, John Tórur í Saltangará, Terji og Hallstein í Havn, og Alfons og Torleif búgva í Klaksvík.
Longu meðan Torleif gekk í realskúla, arbeiddi hann í keypssamtøkuni, sum tá helt til í hølunum hjá Jóan Jacob Jacobsen á Stongunum. Torleif tók skjótt við ábyrgd. Hann lærdi og arbeiddi hjá FDB í Danmark, eitt stutt skifti var hann í Havnini, og frá 1968, tá ið hann var 21 ára gamal, og inntil í ár 2000, var Torleif deildarleiðari í Føroya Keypssamtøku í Klaksvík.
Tá ið hann fór úr starvinum, hevði Torleif verið eitt skifti í farloyvi. Saman við bróðrinum, Alfonsi, átti hann útróðrarbátin Fuglberg. So keypti hann línuskipið Pison, seinni saman við øðrum línuskipið Kvikk og saman við øðrum útróðrarbátin Fiskimúla. Harafturat hevur hann verið útgerðarmaður hjá uppaftur øðrum bátum og skipum. Torleif hevur í vinnulívshøpi røkt fleiri álitissessir. Eitt nú hevur hann verið formaður í felagnum Línuskip.
Síðani 1993 hevur Torleif umboðað Javnaðarflokkin í Klaksvíkar býráð. Býráðssessurin hevur borið ymsar aðrar álitissessir við sær. Eitt nú er Torleif nevndarlimur í SEV. Torleif hevur fleiri ferðir verið á javnaðarlistanum til løgtingsval, og onkra ferðina hevur hann loyst av í tinginum.
Í 1981 varð Torleif valdur til formann í Fótbóltssamband Føroya. Hann loysti vinmannin, Christian Olsen, sála, av. Torleif var formaður í FSF inntil á aðalfundinum í 2002, tá ið hann bar seg undan afturvali. Í formanstíðini hjá Torleifi var føroyskur fótbóltur fyri stórum framburði. Størsta sigurin mundi Torleif kenna tað at vera, tá ið tað í 1988 eydnaðist at vinna FSF limaskap í altjóða fótbóltssamgonguni FIFA og árið eftir í europeisku fótbóltssamgonguni UEFA. Hvørjar møguleikar hetta hevur borið við sær fyri FSF og føroysku fótbóltsfeløgini er øllum kent.
Torleif er hóvligur, róligur og gløggur, og hesir eginleikarnir vóru sjálvandi týdningarmiklir, tá ið samráðst var um altjóða fótbóltslimaskapin.
Torleif Sigurðsson giftist í 1970 Elsu Mariu Mikkelsen, sum er ættað úr Árnafirði. Tey bygdu á Kósini og fingu fýra børn: Steindor (1968) doyði av ferðsluvanlukku á sumri í 1990. Sofía (1971), Margretha (1971) og Erna (1978). Tær búgva allar í Klaksvík. Torleif eigur sjey abbabørn: Jákup, Elsa Maria, Torleif, Steintóra, Rói, Bjørt og Ann.
Sum nógvir aðrir dreingir í Klaksvík, so var Torleif skóti í Skótaliði Nólsoyar Páls. Hann plagar ofta at taka til altjóða skótaleguna, sum hann saman við fleiri øðrum føroyskum skótum var á í Grikkalandi fyrst í seksti árunum. Eitt nú plagar hann at siga frá, at teir heilsaðu upp á Konstantin kong, og at tað var merkisvert, tá ið teir í toki koyrdu heim aftur gjøgnum Skopjé, sum orsaka av jarðskjálvta ikki var at kenna aftur frá tí, sum teir á veg eftir Balkan høvdu sæð, tá ið teir vóru á veg til Grikkalands.
Torleif spældi ongantíð fótbólt. Ítróttarligu kappabrøgdini legði hann í kappróðurin. Hann var bátsformaður á nýggja Klaksvíkingi í 1970. Hetta árið vunnu teir tríggjar róðrar. Í 1972 varð Torleif formaður í róðrardeildini hjá ÍSF. Hesa uppgávuna røkti hann í trý ár.
60 ára føðingardagin heldur Torleif saman við familjuni.
Vit ynskja babba hjartaliga tillukku við degnum og takka honum og mammu fyri, at tey eru so góð við okkum øll. Døtrarnar við familju









