Torleif setti sessin upp á spæl

Ársaðalfundur: FSF formaðurin fekk feløgini við sær, men tað var ikki fyrrenn tey greitt høvdu givið til kennar, at tey eru ikki nøgd við leiklutin hjá Fótbóltssambandinum í Tórsvølli

Torleif Sigurðsson er framvegis formaður í Fótbóltssambandinum. Men eina løtu á ársaðalfundinum í Norðurlandahúsinum leygardagin setti formaðurin síðani 1981 sessin upp á spæl.

Formaðurin undirstrikaði, at hann á ongan hátt ynskti at hótta limafeløgini, men hóast hesa útsøgnina snúði Tórsvallar málið, sum varð viðgjørt í meiri enn tveir tímar, seg í síðsta enda um eina álitisváttan ella misálitisváttan á Torleif Sigurðsson sum formann í FSF.

At enda fekk formaðurin sín vilja í spurninginum um Tórsvøll, men undir viðgerðini og í sambandi við báðar atkvøðugreiðslurnar, sum vóru um málið, góvu limafeløgini týðuliga til kennar, at tey eru í villareiði ella misnøgd við leiklutin hjá FSF í málinum um landsstadion í høvuðsstaðnum.

Á fleiri av fundarluttakarunum skiltist, at orsøkin til at Torleif Sigurðsson fekk sín vilja var, at feløgini í nógv flestu lutum hava verið stak væl nøgd við formannin tey síðstu knøppu tjúgu árini.

Um formaðurin hevði lagt frá sær, so hevði tað eisini í altjóða høpi verið ein stórur missur fyri føroyskan fótbólt, tí Torleif Sigurðsson hevur verið við til at vunnið føroyskum fótbólti virðing uttanfyri landoddarnar.


Feldu uppskotið

Turbulensurin á aðalfundinum stóðst av, at nevndin í FSF vildi hava feløgini at geva nevndini heimild til at inniloka og fíggja bygningin, ið stendur sum eitt byggipláss á vestursíðuni á Tórsvølli.

? Hetta er alneyðugt. Stálkonstruktiónirnar eru ikki rustfríar, og um veggir, tak, vindeygu og hurðar ikki verða gjørd nú beinanvegin, so minkar virðið í tí, sum er gjørt.

Hetta var boðskapurin hjá formanninum. Feløgini vildu hava at vita, hvat arbeiðið kostaði. Torleif Sigurðsson upplýsti, at teir hava eitt tilboð um at gera arbeiðið fyri 1,8 milliónir krónur.

Eftir orðaskifti aftur og fram, har uppskot um at sleppa øllum húsamálinum til Tórshavnar býráð og um at útseta málið til ein seinni fund vóru frammi, gjørdi fundarstjórin, Jógvan Arge, av fyrst at seta uppskotið hjá nevndini í FSF til atkvøðugreiðslu.

Níggju atkvøður vóru fyri. Uppskotið var harvið útsett, staðfesti fundarstjórin, og tá næsta punkt á dagsskránni var val av formanni, boðaði Torleif Sigurðsson frá, at hann hevði tikið avleiðingarnar av atkvøðugreiðsluni.

? Eg taki ikki við afturvali sum formaður. Tað eri eg, sum vegna FSF havi havt við Tórsvøll at gera, og tá feløgini ikki taka undir við tí, sum eg í støðuni, sum vit nú eru í, haldi vera skilabest, so dugi eg ikki at síggja endamálið í, at Torleif Sigurðsson heldur fram sum formaður í Fótbóltssambandinum.


Stutt tjóður

At nýggjur formaður skuldi veljast uttan at hetta á nakran hátt tóktist vera fyrireikað, kom so óvart á, at fundurin varð niðurlagdur eina løtu.

Tá fundurin varð tikin uppaftur hevði nevndin skoytt upp í sítt uppskot um heimild, at kostnaðurin fyri húsaarbeiðið skuldi ikki fara uppum 1,8 milliónir krónur. Um nevndin ætlar sær at brúka meiri pengar upp á at innrætta húsini, so skal hon frammanundan at nakað verður gjørt koma til ein ársaðalfund og møguliga ein eykaalfund fyri at fáa heimild fyri hesum.

Í fyrstu atløgu bað fundarstjórin fundin um heimild til so at siga at spola aftur í fundinum og taka Tórsvallarmálið aftur til viðgerðar. Tað fekk hann.

? Eg síggi ikki mun á uppskotunum. Uppískoytið tykist heldur vera ein ábending um, at feløgini ikki hava álit á, at nevndin fer at arbeiða fyri, at innilokingin verður so bílig, sum tað ber til. Nú er orðingin soleiðis, at um 1,8 milliónir eru brúktar, og ein skorsteinur er eftir at seta upp, so er ikki heimild fyri hesum.

Hesi orðini átti Heri Mortensen, formaður í TB, sum var ein av fleiri, ið hildu støðuna vera ógreiða og óhepna.

Tá tað varð atkvøtt av nýggjum vóru fjúrtan atkvøður fyri broytta uppskotinum hjá nevndini í FSF ? ella vóru tað fjúrtan, sum atkvøddu fyri, tí tey vildu ikki hava, at Torleif Sigurðsson segði formanssessin frá sær.

jh